Á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð mánakvøldið samtykti nevndin at geva loyvi til at fara undir útstykkingina av Jákupstrøð, sum økið eitur, har útstykkingin skal gerast.
Klárt móti sumri
Tað er Jógvan Hans Østerø, sum eigur trøðna, og hann sigur seg vænta, at væntandi fer arbeiðið í gongd um hálvanannan mánað ella so.
Nú verður arbeiðið bjóðað út, og eg vænti, at um ein ella tveir mánaðar verður klárt at fara í gongd at útstykkja. Í fyrstu atløgu verður tað tann niðari parturin av útstykkingini, i8ð verður gjørdur og kanska eisini tann ovasti. Tað vil siga, at í fyrstu atløgu snýr tað seg um eini tíggju grundøki, sum væntandi verða tøk út móti sumri, greiðir Jógvan Hans Østerø frá.
Tá ið grundøkini verða seld, eru tey ikki byggibúgvin, men alt annað verður gjørt, sigur Jógvan Hans Østerø.
Alt verður lagt til. Felagstangi verður, og kloakk, vatn og streymur verður lagt til. Ein vegur er til økið í løtuni við atkomu frá Gerðisbreyt, men Tórshavnar Kommuna fer eisini at gera ein vegastubba upp á umleið 100 metrar, so at útstykkingin verður bundin í Stórheygg, sigur Jógvan Hans Østerø at enda.