Stór útskifting í Klaksvík og Havn

Nú knapt tveir mánaðir eru eftir til bý- og bygdaráðsvalini í landinum er greitt, at tað verður stór útskifting í býráðunum í Havn og í Klaksvík. Serliga er tað løgtingsarbeiðið, sum heldur fleiri frá at stilla uppaftur

Nú tað stundar til at bý- og bygdaráðini aftur skulu veljast, er tað vorðið greitt, at í teimum báðum størstu kommununum í landinum, Tórshavnar Kommunu og Klaksvíkar Kommunu, verður talan um eina størri útskifting av býráðslimunum.

Í hesum báðum kommununum, umframt í Fuglafirði, Gøtu, Tvøroyri og Vági, verður stillað upp politiskt, og fleiri av fólkunum í báðum kommunumnum eru eisini vald inn á løgtingið. Og serliga hetta seinna hevur sína ávirkan.


Helvt um helvt í Klaksvík

Til býráðsvalið í Klaksvík eru støðan millum tey, sum Sosialurin hevur tosað við, helvt um helvt viðvíkjandi enduruppstilling.

Rani Nolsøe, sum hevur sitið í Klaksvíkar Býráð tvær setur fyri Tjóðveldi, hevur gjørt av ikki at stilla uppaftur til býráðið. Hann ætlaði upprunaliga bert at sita tvær setur, og tað hevur hann gjørt av at halda seg til. Hann fer nú at arbeiða víðari við øðrum verkætlanum.

Kristian Eli Zachariasen, sum hevur sitið í býráðnum fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur somuleiðis gjørt av ikki at stilla uppaftur, men hevur onga viðmerking til hví hann hevur valt at taka seg úr býráðsarbeiðinum.

Jákup Mikkelsen, sum hevur umboða Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð, hevur somuleiðis gjørt av ikki at stilla uppaftur til býráðið, og er tað tí at hann nú er valdur inn í Løgtingið, og hevur gjørt av at taka sær av tí arbeiðinum burturav, og lata aðrar kreftir koma til í Klaksvík.

Hans Arni Bertelsen hevur seinastu setuna umboðað Sambandsflokkin í býráðnum í Klaksvík, og hann hevur ikki tikið endaliga støðu, og umhugsar støðuna enn, men hellir til at lata seg stilla uppaftur til enn eina setu.

Gunvá við Keldu hevði upprunaliga gjørt av ikki at stilla uppaftur, men hevur nú gjørt av at stilla upp til býráðið aftur, og um møguligt taka eina setu afturat. Orsøkina sigur hon vera at nøkur ting hava broytt seg nú í seinastuni, og at hon tí hevur valt at stilla uppaftur. Hon hevur umboðað Fólkaflokkin seinastu setuna.

Eyðgunn Samuelsen, sum nú situr í Løgtinginum fyri Javnaðarflokkin, hevur enn ikki tiki støðu til, hvørt hon stillar upp til býráðið aftur, og umhugsar støðuna til næsta uppstillingarfund, sum eftir ætlan verður mánadagin. Javnarðarflokkurin situr í løtuni í samgongusamráðingum, og er ikki óhugsandi at hetta eisini hevur ávirkan á, hvørja støðu hon tekur.

Thorleif Sigurðsson, sáli, fór í hesi setuni, og verður hann tískil ikki við á listanum heldur.

Tískil er greitt, at stór útskifting verður í Klaksvíkar Býráði hesuferð.


Tríggir profilar fara í Havn

Enn er ov tíðliga at siga við vissu, hvørji stilla upp aftur til býráðsvalini, men til Tórshavnar Býráð er greitt, at tríggir av profilunum ikki stilla uppaftur.

Bjarti Mohr, sum hevur verið formaður í Havnar Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn, kunngjørdi fyri kortum, at hann ikki stillar uppaftur, og at hann tekur seg aftur sum formann í Havnar Framburðsfelag.

Nýggja forkvinnan í Havnar Framburðsfelag eitur nú Annika Olsen, men hon varð í januar vald inn í Løgtingið, og hevur líka síðan verið í farloyvi frá Tórshavnar Býráð, og hon stillar ikki uppaftur til býráðið.

Katrin Dahl Jacobsen, sum hevur umboðað Javnaðarflokkin í Tórshavnar Býráð, varð somuleiðis vald inn á Løgtingið, og hon stillar heldur ikki uppaftur til býráðsvalið, sum verður um knappar tveir mánaðir.

Tískil er greitt, at løgtingið nú er farið við tveimum av profilunum í Tórshavnar Býráði, umframt at Bjarti Mohr hevur gjørt av at taka seg aftur av øðrum orsøkum.

Hvat viðvíkur hinum býráðslimunum í Tórshavnar Býráði, er enn ikki greitt, hvørt tey stilla uppaftur, av tí at uppstillingarfundirnir ikki eru endaliga avgreiddir enn.

Tó verður endaliga staðfest, hvørji stilla upp til býráðsvalini tann 21. oktober kl. 18, tá valevnislistarnir, sambært kommunuvallógini, skulu verða kommununi í hendi.


Halda seg aftur

Nú uppstillingarfundirnir eru, og valfeløgini av øllum alvi royna at fáa mannað valevnislistarnar, er greitt, at fólk hava hug at halda seg frá at stilla upp til býráðsvalið í Tórshavn.

Anfinn Brekkstein, sum er næstformaður í Føroya Væl, ið er valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy, sannar, at fleiri hava hug at halda seg aftur til hetta valið.

- Fólk eru sera varin við at lata seg stilla upp. Valini eru blivin kostnaðarmikil nú, og tá bæði fólkatingsval og løgtingsval hava verið innan seinasta árið, eru flokkarnir sera sperdir fíggjarliga, og tað er tískil avmarkað, hvat fyri fíggarligan stuðul, tey kunnu veita valevnunum. Vanliga siga fólk ikki ja beinanvegin, men hesuferð tykjast tey vera eyka varin, sigur Anfinn Brekkstein, næstformaður í Føroya Væl.