Stór trivnaðarkanning fyri Havnina

Stór trivnaðarkanning verðr gjørd fyri borgarar í Tórshavnar Kommunu. Seinasta freistin hjá borgarum at svara er mánadagin

Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at borgarnir sleppa framat at siga sína hugsan á henda hátt. Spurt verður til at kalla øll kommunal øki, eitt nú barnaansing, eldraøkið, fólkaskúlan, ferðslu, mentan og umhvørvi.

Kanningin er gjørd í tøttum samstarvi millilm Lóður og Tórshavnar kommunu. Tá úrslitið er greitt, verður tað latið kommununi og almenningurin fær innlit í, hvussu støðan er á teimum ymsu økjunum, ið spurt verður um.

Triði hvør borgari eldri enn átjan ár hevur móttikið eitt spurnarblað. Hetta merkir, at 4.706 fólk eru spurd.

Í tíðindaskrivi sigur Lóður, ið skipar fyri kanningini, at hendan gevur eitt umfatandi og virðismikið innlit í viðurskiftini og hugsanir hjá borgarunum í Tórshavnar kommunu.

Borgarin kann, við at svara spurnarblaðnum, gera seg galdandi og kann fáa ávirkan. Tað hevur tískil stóran týdning, at spurnarblaðið verður svarað og sent innaftur.

Fólk hava fulla vissu fyri, at teirra upplýsingar verða viðgjørdir í trúnaði. Vísindaliga støði í kanningini er tryggjað við at samstarvað verður við Århus Universitet.