Stór útreiðsla kann enda aftur í landskassanum

Tað kann henda, at uppskotið at lata manningarnar og reiðararnar rinda minstulønina, verður burturvíst úr Løgtinginum. Samgongan hevur seinastu tíðina arbeitt við ætlanini, hvussu landskassin kann sleppa undan útreiðslunum við minstuløn til fiskimenn.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur tí lagt uppskot fyri tingið um at seta ein trygdargrunn á stovn, sum skal umsita minstulønina.

Ætlandi skal uppskotið til viðgerðar í tinginum fríggjadagin. Nú er hinvegin vandi fyri, at uppskotið verður burturvíst í Løgtinginum, so tað ikki kemur til viðgerðar.

Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, sigur, at hann hevur fingið at vita frá umsitingini hjá løgtinginum í dag, at hon fer at mæla til, at uppskotið verður burturvíst.

Løgtingsformaðurin hevur ikki fingið tilmælið frá umsitingini enn, men tað fær hann. Í morgin skal formansskapurin taka støðu til málið.

Orsaka av, at hann framvegis ikki hevur fingið tilmæli, veit hann ikki, hvør grundgevingin hjá umsitingini er fyri tilmælinum at burturvísa málið.

Um tað verður burturvíst, kann útreiðslan enda aftur í landskassanum.

Seinastu árini hevur útreiðslan verið góðar 26 milliónir krónur í miðal.

Ætlanin er hjá samgonguni at stovna ein grunn við 50 milliónum krónum, sum skulu fáast til vega vt avtaka Forskotsgrunnin, sum gevur 21 milliónir krónur, men harumframt verða 21 milliónir krónur fluttar frá Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir.

Ein ávísur prosentpartur av hvørjari avreiðing skal eisini gjaldast í grunnin.