TíÐindaskriv
Suðuroyingar verða teir fyrstu sum sleppa at síggja trølla-ungan.
Suðuroyingar verða teir fyrstu, sum fáa at vita, hvussu nógv høvd trølla-babyin kemur at hava, tí sunnudagin 18. mars, fer Trølla Pætur saman við øðrum, at hava eina konsert í Gistingarhúsinum í Øravík.
Trølla babyin kom til verðuna 10. mars, men eingin veit enn, hvussu nógv høvd hesin ungi hevur. Á heimasíðuni hjá Trølla Pætur hevur kapping verið um, hvussu nógv høvd ungin kemur at hava og hava uml. 800 børn stemma. Á konsertuni í Øravík verður so drigið í millum øll tey sum hava gita rætt. Vinnarin fær eitt gávukort á 1.000,- frá BR.
Umframt at trølla-ungin verður at síggja fyri fyrstuferð, so verður nógv annað spennandi á konsertuni. Omma Trølla Pætur hevur nýliga verið í studio, har hon hevur spælt nakara heilt nýggjar sangir inn. Omman sigur í stuttari viðmerking, at av tí at hon sjálv er nakað vill eru allir sangirnir villir og lívligur.
Ein annar sum eisini verður á konsertuni er Brandur Enni. Brandur er eftir hondini blivin ein sera kendur persónur. Umframt at hava sungi nógv í Føroyum saman við Kulum Rótum o.ø., hevur Brandur tikið íslendingar á bóli við sínu kláru og góðu rødd. Í Íslandi verður Brandur spáddur eina gylta framtíð sum sangari.
Umframt sangarar og dansarar fáa øll vitjandi høvi at heilsa uppá Nósa, sum er ein sera góður vinur hjá Trølla Pætur.
Á konsertuni verða so Trølla Pætur og Omma hansara, Brandur Enni, Nósi og trølla-ungin. Konsertin verður sum sagt sunnudagin 18. mars og byrjar hon klokkan 16.00.
Forsølan av atgongumerkinum eru at fáa á Statoil-støðunum á Tvøroyi og Vági. Fyrireikarnir siga at endans, at tað verður avmarka atgongd.