Vanligt er, at tá várið kemur, byrja tilflytingarnar at taka dik á seg á Tvøroyri. Men okkurt bendir á, at vanliga mynstrið er broytt í ár, tí óvanliga nógvar tilflytingar eru longu skrásettar higartil í ár, skrivar Tvøroyarar kommuna á heimasíðuni.
– Síðan 1. januar 2020 hava vit fingið 39 tilflytingarfráboðanir til Tvøroyrar kommunu, og er tað væl meir enn vanligt, stendur á heimasíðuni.
Gongdin í fókatalinum seinasta árið er tann, at 1722 fólk búðu á Tvøroyri 13. februar 2019, meðan tað í dag búgva 1737 fólk á Tvøroyri, sambært seinastu tølunum frá Landsfólkayvirlitinum.
– Tað serliga og gleðiliga við gongdini í fólkatalinum er, at eisini fleiri barnafamiljur flyta til kommununa. Hesar fyrstu 44 dagarnir av árinum, hava vit fingið 12 børn í barnagarðsaldri afturat í kommununa og fleiri eru ávegis.
Barnagarðurin Mýrifípan, ið júst hevur fingið nýggjan, stásiligan tilbygning, váttar eisini, at tað er sera stórur eftirspurningur eftir ansingarplássi.










