Stór útflutningsráðstevna í Runavík

Tann 25. - 27. oktober verður skipað fyri einari útflutningsráðstevnu í Runavík. Yvirskipaða endamálið við FAROEXPO 05 er at varpa ljós á førleikan hjá føroyskum útflutningsfyritøkum mót-vegis útlendskum samstarvsfeløgum

Aðalmálið er at slóða fyri, at luttakararnir á ráðstevn-uni kunnu knýta sambond og menna samstarv - sonevnd partenariat. Úrslitið av hesum skal styrkja støðuna hjá vinnulívinum, áhugabólkum og myndugleikum í Føroyum, og sjálv-andi styrkja um støðuna hjá luttakarunum annars.
Mentanartiltøk verða ein týdningarmikil kveikjari í gongdini at røkka málunum við ráðstevnuni. Mentanar-tiltøkini verða skipað á ein hátt, har tey verða saman-tvinnað við ráðstevnu tiltøkini á ein spennandi, men náttúrligan hátt.
FAROEXPO 05 verður skipað yvir 3 dagar við denti á hesi trý innsatsøki:
?Kontaktpartenariat: at knýta sambond
?Ráðstevna: Fyrilestrar og verkstovur.
?Mentanarpartur: mentanarligt undirhald og events mynda tiltakið

Krøvini til ítøkilig úrslit eiga at verða, at føroysku luttakararnir fáa avtalur í lag, sum arbeiða ímóti teimum málum, luttakararnir hava sett sær fyri í menningarætlanini, umframt at uml. 10% av føroysku luttakarunum fáa ítøkiligar samstarvsavtalur í lag.
Luttakarar - málbólkar
Fleiri møguleikar eru at troyta, tá tað kemur til luttakarar. Virkisráðgeving metir, at føroysku luttakararnir eiga at taka støðu til, hvørjir útlendskir luttakarar, ráðstevnan skal venda sær til. Fyri at fáa ávirkan á hvørjar útlendskar fyritøkur verða bodnar við, er neyðugt at føroysku fyritøkurnar melda seg til innan 1. apríl.
? Tiltakið vil eftir okkara metan, virka sera mennandi fyri Føroyar sum heild, sigur Símun Hammer frá Faroe Expoog vísir til, at tiltakið fevnir breitt:
Mentan, vinna og samfelag fáa øll nakað burturúr. Tiltakið er fakliga á høgum støðið og verður afturvendandi hvørt ár. Av tí sama gerst tiltakið ein katalysator til at gera nakað við rammurnar fyri slík tiltøk. Vinnan fær knýtt sambond við nýggjar marknaðir, og kommunurnar í økinum fáa eitt gott høvi til at bjóða vinarbýum og mentanarbólkum frá hesum á vitjan. Tiltakið er slóðbrótandi í føroyskum høpi.
Óivað kunnu nevnast onnur positiv árin frá tiltakinum. Tað mest týðandi er tó, at tiltakið verður væl fyriskipað og at byrjað verður í góðari tíð, sigur Símun Hammer.
Tað er Eysturoyar Vinnulívsfelag, sum hevur tikið stig til Faroe Expo saman við Runavíkar kommunu, og tað verður Virkisráðgeving, sum fer at samskipa tiltakið.
? Orsøkin til at vit fara undir hetta tiltakið er, at vit fegin vilja hava slíkar stevnur í Eysturoyarøkinum tí at helmingurin av útflutninginum kemur úr Eysturoynni og Norðoyggjum, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík.