Tað hevur gingið upp og niður á Tvøroyri seinastu 15 árini.
Tað máttu býráðslimir á Tvøroyri ásanna á býráðsfundinum í gjárkvøldið, har fíggjarætlanin fyri næsta ár varð sendaliga samtykt.
Í 1993 var inntøkan hjá kommununi 37 milliónur krónur og onkur ár fyrr í hesi øldini, var inntøkan komin upp á 53 milliónir. Men nú eru tær so lækkaðar aftur niður á 46 milliónir.
Sostatt eru inntøkurnar ikki hækkaðar so frægt sum 10 milliónir hesi síðstu 15 árini og tá er enntá 1% í sokallaðum endurgjaldi frá landinum uppi í, sum kommunurnar fingu fyri at yvirtaka barnaverndarøkið.
Malla Dam, býráðslimur harmaðist um støðuna og vísti á, at kommunan var komin í eina ónda ringrás, har sparingar førdu til, fráflyting – sum aftur førdi til enn fleiri sparingar, sum aftur førdi til størri fráflyting.
Hon vísti á týdningin av, at kommunan styrkti valferðartænasturnar fyri at fáa fólk og serliga húski við børnum, at støðast.
Bergur Bærendsen helt, at kommunan hevur økt útreiðslurnar til sosial mál rættiliga nógv, men tað hava tey ikki sæð aftur í fólkatalinum. Kortini vísti hann á, at sum støðan er nú, eru ongir møguleikar at økja útreiðslurnar.
Býráðslimir á Tvøroyri eru eisini sannførdir um, at tað er ongin framtíð í Suðuroy uttan kommunusamanlegging og skuldarsanering.
Jaspur Vang býráðslimir vildi hava, at allar útreiðslur til íløgur og ábøtur, sum eru yvir 50.000 krónur, skulu samtykkjast í býráðnum, men tað varð felt, tí mett var, at tað er uppgávan hjá nevndum og umsiting at taka støðu til, hvussu játtanin skal brúkast.
Les eisini greinina: Lítið hugalig tøl á Tvøroyri









