Eg havi arbeitt í útlondum í eini 30 ár, so eg havi flogið nógvar ferðir til Føroyar.
Men tá eg var heima seinast ? hetta var á fiskarímessuni í Runavík ? upplivdi eg nakað, sum eg haldi er ein skandala og stór skomm! Eg varð boðin at eta um borð á Norrønu; men vit kundu ikki keypa so mikið sum eitt glas av víni til matin. Og eg frætti, at Jenis av Rana var atvoldin til tess!
Nú lesi eg í Dimmu, at føroyingar vilja hava loyvi til at bryggja ein "føroya snaps", men at sami maður, Jenis av Rana, aftur liggur í buktini!
Fyri umleið 20-25 árum síðani fleyg eg frá Danmark til Føroya. Vit kundu ikki lenda, men máttu flúgva til Skotlands at gista. Tá búði eg á sama kamari sum Jenis av Rana, og vit báðir ótu nátturða saman og drukku øl afturvið matinum. Næsta dag flugu vit so aftur til Føroyar, og tá sótu vit báðir lið um lið um borð á flogfarinum, og tá keypti Jenis eisini tollfríar vørur eins og tey flestu.
Hvat skal hesin dupultmoralurin til?
Og hvussu í verðini skal hesin dupultmoralurin kunna gagna føroyskum vinnulívi?