Í morgun, tá tað lýsti, sá myndin á Skipanesi soleiðis út. Tvey rímiliga stór skip, gamla strandfaraskipið Tróndur og veitingarskipið Orion, dygst inni í fjøruni.
Skipini slitu á Skála í ódnini í gjárkvøldið og róku fyri vág og vind eftir fjørðinum. Í myrkrinum visti eingin við vissu, hvar skipini endaðu, men sum náttin leið, visti onkur at siga, at skipini vóru rikin á land á Skipanesi.
Ein triði bátur sleit eisini á Skála í gjárkvøldið, men tá Portalurin royndi at finna bátin við Skipaneslandið í morgun, fingu vit ikki eyga á bátin.