Tað sigur Søren Espersen, sum er framsøgumaður hjá Danska Fólkaflokkinum í uttanríksimálum.
– Tað er fyrstu ferð, at vit fáa klokkurklárt prógv fyri, at sera tætt samband er millum kinesiska statin og Huawei.
– Vit hava havt varhugan, men nú hava vit eina rúkandi pistól. Nú er tað prógvað einaferð fyri allar – at vit eiga at halda okkum langt brutur frá hasum felagnum, sigur hann.











