Stór seyðahundakapping í Søltuvík

Í morgin verður ein stór seyðahundakapping á Sandi, har 20 hundar fara at royna seg. - Kappingin er lík teimum, sum fólk við áhuga fyri hundum kenna frá BBC - ?one man and his dog?. Kappingin á Sandi er ein kvalifikationskapping til Continental í 2012, sum verður í Belgia. Kappingin er skipað í tveir bólkar, bólkur 2 og bólkur 3, sum er fyri teir bestu hundarnar.

Ein av fyrireikarunum, Eyðstein Jensen, sigur, at kappingin verður hildin nærindis Søltuvík.

- Hetta er helst størsta breytin, sum er brúkt til hundakapping í Føroyum, sigur hann.

Eyðstein Jensen sigur, at kappingin verður lík teimum, sum eru kendar frá eitt nú sendingum, ið fólk við áhuga fyri hundum hava sæð í BBC - ?one man and his dog?.