Stór sethúsa- og íbúðarætlan í Leirvík

Bygdarráðið hevur samtykt eina nýggja sethúsa- og íbúðarætlan niðan fyri Brekkur til 200 sethús, randarhús og íbúðir. 1. januar 2009 verða Leirvíkar og Gøtu kommunur samanlagdar. Hetta forðar ikki bygdarráðnum í Leirvík stutt undan samanleggingini at hugsa um og leggja ætlanir fyri menningina av Leirvík.

Á heimasíðuni leirvik.fo verður greitt soleiðis frá:

Við verandi fólkavøkstri nøktar hetta tørvin fyri grundstykkjum og alternativari íbúðarbygging í minsta lagi 20 ár fram. Ein planlegging av økinum í einum fer at tryggja eina støðuga og samanhangandi íbúðarbygging í framtíðini.

Uppskotið byggir á nøkur eyðkenni, so sum Geilina eystanfyri, økið fram við Mataránni, tey fjálgu fríøkini ymsastaðni millum húsini, Brúsá og tann avmarkandi ryggin, ið sethúsini avmynda niðaneftir.

Útstykkingarætlanin er býtt upp í 7 byggistig. Projekteringin av fyrsta byggistigi, sum er í Fløtugerði, verður liðug fyrsta dagin. Har verður pláss fyri 18 sethúsum umframt samanbygdum húsum og hetta arbeiðið kann fara í gongd komandi ár.

Projektið av útstykkingarætlanini niðan fyri Brekkur liggur alment frammi á kommunuskrivstovuni, verður sagt á heimasíðuni hjá Leirvíkar kommunu.