Fíggjarlógin fyri 2017 skal samtykkjast í seinasta lagi 31.desember, so hon fer at virka frá 1. januar.
Uppskotið frá landsstýrinum hevur fingið 1.viðgerð í tinginum og var beint í fíggjarnevndina. Tað er fíggjarnevndin, sum leggur álit fram áðrenn nevndin viðger uppskotið 2. og 3. ferð.
Forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang, Framsókn, ætlar, at álitið skal leggjast fram seint í dag.
Tað fer eisini at bera til, men tað verður als ikki ein samd fíggjarnevnd, sum leggur álitið fram. Tað er vanliga heldur ikki, men vanligt er kortini, at nevndin hevur viðgjørt alt uppskotið, hóast partarnir ikki eru samdir um endaligu orðingina.
Í ár er støðan øðrvísi.
Andstøðan - og serliga Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin - kenna seg ikki hava verið við í viðgerðini. Teir siga, at teir bert hava verið við til eina veruliga viðgerð av grein 7, sum snýr seg um mentamál.
Hetta ger, at hesir báðir flokkarnir fara at gera eitt minnilutaálit, har teir fara at gera vart við sína ónøgd, sum viðerðin er farin fram uppá.
Hin andstøðuflokkurin við umboði í fíggjarnevndini er Miðflokkurin. Hann samráðist enn við samgonguumboðini og fer møgul,iga at verða ein partur av meirlutaálitinum, sum also verður lagt fram seinni í dag.
Fíggjarnevndin hevur fund í morgun klokkan 8.15.