Løgtingslimir eru rættiliga ósamdir um uppskotið hjá Poul Michelsen, Landsstýrismanni, um at einskilja Posta Nú málið hevur verið til viðgerar í Vinnunevndini, hava teir sjey nevndarlimirnir býtt seg í ikki færri enn fýra ymsar bólkar, sum hava hvør sítt sjónarmið. Og tað man vera langt síðani, at ein nevnd hevur verið so ósamd um eitt mál.
Eitt, sum skilir partarnar, er, hvørja skyldu, privata felagið, sum keypir Posta, skal hava til at bera post úr, og tá serliga at tryggja fólk á útoyggj framvegis fer at fáa Post. Eftir uppskotinum hjá Poul Michelsen, er kravið, at privata felagið, sum keypir Posta, skal hava veitingarskyldu í tíggju ár.
Umboðini fyri samgonguna í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen, eru ikki rættiliga samd í hesum. Tey halda, at dentur eigur at verða lagdur á, at tryggja øllum borgarum, at brøv og postpakkar, sum í dag eru fevndir av veitingarskylduni, framhaldandi fara at kosta tað sama at fáa til hurðina, hvar fólk so enn búgva.
Sostatt mæla tey til, at serligt atlit verða tikin til øki í landunum, sum er langt frá miðstaðarøkinum, og sum bara hava Strandferðslun at dúva upp á. Tí halda tey, at landsstýrismaðurin eigur at meta um, hvussu veitingarskyldan best kann røkjast, eisini eftir at tey tíggju árini eru farin.
Tey halda, at ein óheft heildarmeting skal gerast av øllum viðurskiftum, sum hava týdning fyri einskiljingini. Og tann heildarmetingin skal eisini meta um, antin veitingarskyldan eigur at verða tíggju ár ella longri, eftir at Posta er selt. Men sjálvi hava tey ikki nakað ávíst krav, tí tey skjóta bara upp, at Løgtingið samtykkir, at veitingarskyldan skal vera í minsta lagi tíggju ár – og ikki akkurát tíggju ár, sum tað stendur í uppskotinum.
Ein annar minniluti, Jákup Mikkelsen og Jørgen Niclasen, halda, at tað eru alt ov nógvar treytir í søluni, tí eftir uppskotinum kann Posta bara verða selt einum føroyskum felag. Posta hevur sjey kappingarneytar, men seks av teimum hava útlendskar kapital og sostatt eru tey útihýst frá at bjóða, siga teir.
Eisini er ætlanin at selja allir bygningar hjá Posta, áðrenn felagið verður selt og sostatt verður felagið húsvilt frá fyrsta degi. Tað gevur so fyritøkum, sum eiga bygningar framanundan, ein fyrimun í bjóðingini. Og somuleiðis er tað eisini loyniligt, hvat veitingarskyldan kostar Posta.
Øll hesi viðurskifti gera, at tað verður sera avmarkað, hvørji fara at bjóða, og prísurin fer eisini at verða har eftir, siga teir báðir. Tí mæla teir til, at Posta verður selt í púra fríari sølu, uttan nakrar avmarkingar fyri at fáa so góðan prís sum gjørligt.
Bjørn Kalsø tekur undir við, at tann parturin av Posta, sum er í beinleiðis kapping við privatar flutningsfyritøkur, verður seldur í fríari sølu. Men at veitingarskyldan, og farmaflutningurin, verða bjóðað út saman, kann eisini gera, at áhugin fyri at keypa felagið verður upp aftur meira avmarkaður, sigur Bjørn Kalsø.
Hann heldur ikki, at veitingarskyldan at bera post út kring landið, er nóg væl tryggjað og tí vil hann ikki taka støðu til málið fyrrenn hann veit, hvussu leikur ferð í Løgtinginum.
Kári P. Højgaard tekur ikki undir við uppskotinum. Eitt, hann vísir á, er, at veitingarskyldan til útjaðaðaran kann ikki røkjast við vinningi.