Stór samkoma á Tórsbreyt

Leygardagin var stór hátíðarløta á Tórsbreyt við Sundsvegin í Havn. Heilt fitt av fólkið var samankomið til hesa stóru løtu, tá nógv seinkaða Tórsbreyt varð tikin í nýtslu

Tiltakið byrjaði klokkan 14.45, tá Havnar hornorkestur spældi. Klokkan 15.00 byrjaði tiltakið veruliga, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini, Fríðrik Bláhamar, formaður í Bragdinum og Randi Kúrberg, forkvinna í Hvirluni bóru fram røður.

Øll, ið bóru fram røðu vóru sera fegin um, at Tórsbreyt endiliga gjørdist veruleiki, og Randi Kúrberg tosaði í røðu síni um eina nýggja tíðarrokning innan frælsan ítrótt í Havn. Har fólk fara at tosa um »fyri og eftir Tórsbreyt.«

Undir hátíðarhaldinum vóru frukt og drekka at fáa, og Spaðar 5 spældi.


Mugu lofta møguleikanum

Í kjalarvørrinum á hátíðarhaldinum leygardagin, hevur Sosialurin tosað við Randi Kúrberg, um hvat Tórbreyt fer at geva frælsa ítróttinum.

- Nú hava vit endiliga fingið umstøður at íðka frælsan ítrótt í høvuðsstaðarøkinum. Fyrr hava vit sjáldan sæð hini, ið íðka frælsan ítrótt, og vit ongantíð veruliga kunna vant í sama stað. Eisini hevur tað verið torført hjá okkum, ið kasta at venja, tí vit hava altíð verið noydd at hugsa »um nú onkur kemur á vøllin.« Alt hetta er nú fortíð, men við hesum góða møguleika fylgir eisini ábyrgd.

- Vit mugu nú syrgja fyri at lofta møguleikanum. Hetta skulu vit gera við at fáa skipað eitt veruligt ungdómsarbeiði, tí tað er millum børnini vit skulu finna íðkararnar. Sum er hava tey flestu vaksnu longu valt eina ítróttargrein, og tí er tað heldur millum børnini vit skulu leita eftir talentum, og syrgja fyri at nýta okkara nýggju møguleikar til fulnar, sigur Randi Kúrberg, forkvinna í Hvirluni.


Gevur nógv sosialt

Tað hevur ofta verið frammi, at fólk innan frælsu ítróttina eru rættiliga einsamøll, men hetta skal sambært Randi Kúrberg broytast.

- Nú kunnu vit avtala venjingartíðir, soleiðis at vit í framtíðini kunnu byrja og enda í senn. Soleiðis gerst tað beinanvegin meira hugaligt at venja. So kunnu vit – hóast vit ikki venja saman – hava eina sosiala samveru, fyri og eftir venjing, greiðir Randi Kúrberg frá.


Kann geva skjót úrslit

Vit kenna vanliga frælsu ítróttina best frá oyggjaleikunum, og næstu ferð verða teir á Álandi. Spennandi verður at síggja um Tórsbreyt gevur so skjót úrslit til ítróttina.

- Vit kunnu rokna við, at fleiri av okkara íðkarum kunnu fáa betri úrslit, enn tey fyrr hava havt. Har hugsi eg serliga um Bjørk Herup Olsen og Jóhann Karl Joensen, sum nú kunnu venja sínar teinar á rennibreyt, heldur enn á asfaltið. Eisini kunnu vit rokna við, at Rógvi Højgaard, ið kastar spjót, kann klára seg betri, tí nú kann hann endiliga renna so langt hann hevur loyvi til, áðrenn hann kastar. Men her tosi eg um metrar og tíðir, men kanska ikki heilt um plaseringar á Oyggjaleikunum, fortelur Randi Kúrberg.


Fólk halda vit gera tað sama

Randi Kúrberg leggur dent á, at fólk ofta misskilja frælsa ítrótt.

- Ofta halda fólk, at vit sum kasta, bara gera tað sama. Men venjingin hjá okkum er minst líka fjølbroytt sum hjá liðítróttini. Vit gera styrkivenjing, renna og so framvegis, so ongin sigur tað skal vera tað sama alla tíðina. Men vilja fólk vinna pening innan sína ítrótt, so skulu tey bara halda seg til fótbóltin, greiðir forkvinnan í Hvirluni frá.

Randi Kúrberg bjóðar harumframt øllum at bjóða seg fram innan frælsa ítrótt, sum nú hevur fingið góðar møguleikar at virka.