Tá ákærdi maðurin fór frá arbeiði á Bakkafrost hóskvøldið á miðnátt og heim til unnustuna.
Tað kom fram í rættinum, at sambært ákærda skeldaðust tey bæði ofta, og soleiðis eisini hetta kvøldið. Tað endaði tí við, at hann svav í stovuni. Einaferð eftir, at hann er komin til hús, fer hann út at koyra við aðrari av eldru døtrunum, sum er í holt við at taka koyrikort. Tey koyra niðan móti vindmyllunum.
Heim aftur komin tørnar hann inn, men vaknar um 03.00-tíðina, tá hann hoyrir, at Skoda Fabiabilurin startar. Hann leypir á føtur og fer út í Ford Modeo bilin, sum hann sjálvur átti og fylgir eftir Skodabilinum. Hann eltir bilin til Gøtu, og í rundkoyringini norðast í Norðragøtu sær hann, at trý fólk eru í bilinum.
Tey halda fram til Leirvíkar, koyra gjøgnum bygdina og inn í Norðoyatunnilin.
Her velur hann at stegða, tí, sum hann greiðir frá, so hevði hann ongan kubba, og hevði heldur ikki so nógv brennievni á bilinum.
Hann roykir síðani tvær sigarettir, og nú kemur Skodabilurin úr aftur tunlinum. Komnir aftur til rundkoyringina sær ákærdi, at nú eru bert tveir persónar í bilinum. Hildið verður so fram til Skipanesar, har tann eini persónurin fer úr bilinum.
Skodabilurin koyrir nú eftir niðara vegi út eftir Skálafjørðinum, kemur upp á høvuðsvegin og koyrir út til Lamba.
Haðani leggur hann leiðina út á Toftir, har ákærdi koyrir oman á havnarlagið. Skodabilurin fer nú koyrandi heim eftir, og hóast ákærdi kvikar sær aftan á, er eingin at síggja, har Skodabilurin stendur parkeraður aftur í túninum, har hann varð tikin.
Klokkan var tá 03.30-04.00.
Stolin aðru ferð
9. november er aftur ein minnisligur dagur, tí áður umrødda dóttir skuldi taka koyrikortið hendan dagin. Ákærdi hevði tí tikið frí.
Hendan dagin var unnustan sjúk, og tí svav ákærdi eisini hetta kvøldið í stovuni.
Klokkan 02.00-03.00 vaknar hann við, at Skodabilurin aftur startar. Hetta hoyrdi hann týðiliga, tí útstoytið var farið, og tí larmaði bilurin illa.
Men hesaferð hevur hann ikki Ford Mondeo’in í túninum, og fær tí ikki farið eftir Skodabilinum. Hann leggur seg tí aftur at sova, og tá hann vaknar um morgunin, stendur Skodabilurin aftur í túninum.
Nú er tað at siga, at eftir døgurða frígjadagin 4. november var ákærdi farin aftur til Norðoyatunnilin, og koyrdi síðani inn í tunnilin okkurt um ein triðing, og so út aftur. So royndi at hann at koyra tveir triðingar inn og so út aftur.
Hann kom eftir, at fyri at tíðin skuldi passa, at tað tók honum 15 minuttir at roykja tvær sigarettir, kundi Skodabilurin bert hava koyrt inn til næsta stóra víkiplássið, og síðani vent út aftur.
Hann legði eisini til merkis okkurt, sum kundi líkjast blóði við hetta víkiplássið, men kannaði tað ikki nærri. Seinni fann politiið dna-spor á staðnum, og ein maður frá Landsverk fann ein skógv, sum kriminalteknikarnir seinnu staðfestu mest sannlíkt stavaði frá Pidda.
Plantað prógv
Ákærdi segði seg hava hugt í Skodabilin báðu ferðirnar, hann var stolin, men hann sá ongantíð nakran feril av blóði.
Men hann segði í øðrum førum, at spor, sum politiið fann, einki høvdu við hann at gera.
Talan var um blóðspor, ið dna-royndir staðfestu við størstu vissu, stavaðu frá Pidda. Hesi blóðspor vórðu funnin á tveimum jakkum hjá ákærda og á einum Adidas skógvum.
Hetta síðsta segði ákærdi var ógjørligt, tí hann nýtti bert hesar skógvar at sparka fótbólt í. Hann segði tað ikki beinleiðis, men tað var týðiligt, at róði upp undir, at hesi dna-prógv vóru plantað.
Onnur prógv vóru somuleiðis eftir tykki hins ákærda plantað á bústaði hansara. Talan var bæði um passið hjá Pidda og tvær fartelefonir, sum vórðu funnar á bústaðnum á Nesi, har ákærdi búði.
Men mest umfatandi plantingin, var kortini dýnubetrekkið, har dýna, koddi, lak og steikipanna ov hondtak vóru í. Hetta fann politiið í hjallinum hjá ákærda, men heldur ikki hetta kendi ákærdi nakað til.
So uttan at siga tað við greiðum orðum gav ákærdi týðiligar ábendngar um, at alt málið er ein stór samansvørjing ímóti honum.