Stór rennikapping á Norðoyastevnu

Eins og undanfarin ár, so skipar Ítróttafelagið Treysti fyri tí árligu Føroya Bjór Renningini á Norðoyastevnu

Renning

Hetta er 9. árið á rað, at runnið verður í miðbýnum. Luttøkan hevur verið sera góð síðani tað byrjaði, og er hon voksin hvørt ár, og hava umleið 150 rennarir luttikið seinnu árini. Í ár verður renningin leygardagin 4. juni. Rutan hjá børnum verður runt ?Lítla Eið?, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu. Rutan hjá teimum vaksnu verður tann sama sum seinasta ár, og tvs. at runnið verður runt ?Stóra Eið?. Tvs. eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Heygavegi, Nýggjavegi, Bøgøtu og Biskupsstøðgøtu. Teinurin er tó óbroyttur. Rennast skulu 3 _ umfar av hesi rutu. Tey vaksnu byrja í Bøgøtu uttanfyri KÍ-høllini, meðan børnini byrja uttanfyri Telefonstøðina har málið hjá øllum eisini verður. Rennikappingin er samstundis 2. umfar í Grand Prix kappingini. Skráin leygardagin sær soleiðis út:

Kl.AldursbólkurTeinur
12.00Menn/Kvinnur (f. 1987 ella fyrr)5 km
12.00Veteranar (f.1959 ella fyrr)5 km
12.35Dreingir-7/Gentur-7 (f.1998 ella seinni)665 m
12.45Dreingir-10/Gentur-10 (f.1995-1997)665 m
12.55Dreingir-13/Gentur-13 (f.1992-1994)1.330 m
13.05Dreingir-17/Gentur-17 (f.1988-1991)1.330 m
13.15Firma-staffet (3 luttakarir, 1 umfar í part)665 m x 3
13.30Heiðursmerkjahandan

Fyri at telja við í endaligu Grand Prix støðuni, so skulu tey vaksnu hava verið við í minst 5 av teimum 6 kappingunum, meðan tað hjá børnum er minst 4 av teimum 6. FÍF hevur aftur í ár sett sum treyt, at fyri at kunna telja við í Grand Prix kappingini, so skal ein verða limur í einum av teimum fýra feløgunum fyri frælsan ítrótt: Treysti úr Norðoyggjum, Bragdið úr Havn, Roysnið úr Eysturoynni ella Frælsi úr Vágunum.

Firma-stafettin
Aftur í ár verður skipa fyri ?firma-staffet, sum er óbroytt tvs. at ongin ?professionellir? rennari kann verða við, tvs. ongin sum hevur luttikið í 5 km frammanundan, kann verða við í staffettini. Tríggir luttakarir (menn/kvinnur) frá sama virki/felag renna eitt umfar, sum er 665 m, í part. Fyrsti luttakari á liðnum byrjar og rennur eitt umfar, næsti luttakari stendur klárur á málinum og fær eitt klapp frá tí fyrsta og rennur síðani avstað, triðji og seinasti luttakari stendur klárur og fær eitt klapp frá tí næsta og rennur síðani avstað og tá hann kemur á mál er alt liðið komið á mál. Tvs. at 3. maður er avgerandi fyri hvussu liðið klárar seg. Best er um teir 3 luttakarnir frá sama firma hava líka blusir at renna í - so tað verður lættari at halda skil á skiftum. Virkir, stovnar o.l. kunnu tilmelda eitt ella fleiri lið á tríggjar rennarir.

Heiðursmerki og steyp
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum. Vinnandi stafett-liði fær steyp til ognar, umframt at nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir.

Tilmelding online
Aftur í ár verður tilmelding at fara fram online á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.athletics.fo. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldi 3. juni klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin, kr. 20 fyri børn og kr. 150 fyri staffetlið. Startgjaldið kann flytast á konto 9865-101.947.8 ella gjaldast tá startnummarið verður avheintað. Tey sum tilmelda seg online, skullu avheinta startnummur við Telefonstøðina í góðari tíð áðrenn start. Eisini ber til, at tilmelda seg við Telefonstøðina, í seinasta lagi _ tíma áðrenn renningarnar byrja, tá verður lagdar kr. 20 omaná vanliga startgjaldið. Allir luttakarir verða bidnir um, at møta við Telefonstøðina í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vóna fyrireikarnir at undirtøkan verður minst líka góð sum hon hevur verið seinastu árini.