Tíðindaskriv
?????????????
Talan er um starvsfólk á dagstovununum, heilsusystrar, sosialráðgevarar, kommunal- og landspolitikkarar, barnaverndir og onnur, sum hava áhugað fyri evninum.
Umframt føroyskar fyrilestrarhaldarar, so eru stór nøvn á danska barnagarðsøkinum heintaði heim til ráðstevnuna. Kend fólk sum Margrete Brun og Erik Sigsgaard fara at siga frá teirra arbeiði og teirra royndum.
Margrethe Brun Hansen, sum er útbúgvin námsfrøðingur og sálarfrøðingur, fer at tosa um bók hennara: "De kompetente forældre." "Sig mær hvussu foreldur tykkara eru, og eg kann siga tykkum, hvussu tit eru." skrivar høvundurin í formælinum. Nógv børn hava tørv á foreldrunum, ið vilja og tora at vera viðleikarar í teirra gerandisdegi. Hon fer at viðgera spurningin um stovnurin skilir tað nýggja ættarliðið av foreldrum.
Erik Sigsgaard, sum er ein kendur fyrilestrahaldari, og sum hevur gjørt nógvar kanningar av børnum, hevur skrivað bókina: "Skæld ud." Hjálpir at skelda og hvørji árin hevur hetta á børnini.
Størsta takið á barnagarðsøkinum í Føroyum seinastu mongu árini hevur verið at nøkta tørvin á barnagarðs og vøggustovuplássum. Nú hetta mál er við at vera rokkið, er tíðin komin at venda prátinum inn á, hvat ein góður stovnur er fyri nakað. Hvørji krøv verða sett fakliga til barnaansingina? Hetta fer Erik Sigsgaard at geva eitt boð upp á í sínum fyrilestri.
Eisini fara føroysku Minna Poulsen og Jóngerð Poulsen, heilsufrøðingar at siga sína hugsan um foreldraførleika. Marjun Nielsen, sálarfrøðingur, fer at umrøða evnið: "Sálarliga umhvørvið á dagstovnum." Tonja Ziskasson, sosialráðgevi, og Jórun Niclasen, sernámsfrøðingur, fara at røða um fráboðanarskyldu /tagnararskyldu í dagliga samstarvinum við foreldur og aðrar samstarvsfelagar.
Ráðstevnan byrjar klokkan 08:30 báðar dagar, og ráðstevnan er fullteknað. Bjørt Samuelsen, tíðindakvinna, heldur skil á.