Týsdagin 17. september verður skipað fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Tað er Føroya Felag ímóti Krabbameini og Landssjúkrahúsið, ið skipa fyri hesi ráðstevnu.
Onkologisk Ambulatorium fylgir krabbameinssjúklingar og virkar í samstarvi við Ríkissjúkrahúsið. Ein serlækni og ein sjúkrasystir koma upp fýra ferðir um árið sum ráðgevar. Um sjúklingar so skulu hava serliga viðgerð, verða teir sendir á Ríkissjúkrahúsið til viðgerð, har teir antin verða lagdir inn ella ganga til ambulanta viðgerð.
Um illgruni er um, at ein sjúklingur hevur krabbamein, vísir kommunulæknin sjúklingin víðari til kanning á Landssjúkrahúsinum. Har verður sum oftast avgerð tikin um sjúkuna, og um neyðugt er, so verður sjúklingur sendur niður til Danmarkar.
? Sum er nú, so verður ein sjúklingur lagdur inn á landssjúkrahúsið, um hann hevur tørv á kemoterapi í blóðæðrunum, sigur Anne Grete Mikkelsen, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum.
? Men í framtíðini við nýggjum ambulatorium, verður hetta møguligt, at lata seg gera, sum ein partur av arbeiðinum.
Meira enn aktiv viðgerð
Tað er alneyðugt, at krabbameinssjúklingar fáa meira enn bara aktiva viðgerð, og er tað her palliativ viðgerð kemur inn í myndina.
? Palliativ viðgerð er linnandi viðgerð. Tað verið seg sálarfrøðislig hjálp, kunning, komunikatión, pínulinnan og annað. Henda viðgerðin er ógvuliga týdningarmikil fyri, at tann aktiva viðgerðin skal verða góð, vísir Anne Grete Mikkelsen á.
Á henda hátt fáa krabbameinssjúklingarnir eina virðiliga livistøðu og harafturat fáa teir kunning um, hvussu teir eiga at liva. Her er talan um, at teir til dømis eiga ikki at roykja ella verða útsettir fyri beinleiðis sólarljósi, eta lítið feitt og so víðari.
? Viðgerðirnar ímóti krabbameini betrast ár fyri ár. Sjúkur, sum vit ikki høvdu nakra viðgerð fyri fyri nøkrum fáum árum síðani, hava vit viðgerð fyri nú, sigur læknastjórin.
Alt arbeiðið verður gjørt í samstarvi við Ríkissjúkrahúsið, og tað vil siga, at Landssjúkrahúsið fylgir teimum altjóð rættningslinjunum.
Fyri at gera vart við, at Onkologisk Ambulatorium hevur 10 ár á baki hevur Landssjúkrahúsið saman við Føroya Felag ímóti Krabbameini valt at hava eina ráðstevnu.
? Tað er týdningarmikið at vísa á, at eitt so lítið stað sum Føroyar megnar alt hetta arbeiðið. Ráðstevnan verður bæði fyri fakfólk, sjúklingar, avvarðandi og øll onnur, ið hava hug at vera við.
Kostnaðurin verður býttur millum Føroya Felag ímóti Krabbameini og Landssjúkrahúsið, og við vælvild frá Norðurlandahúsinum, verður ráðstevnan hildin har.
Skráin er breið og umfatandi og eru nógvir útlendskir læknar við, sum koma at halda fyrilestur. Eisini kemur ein, sum hevur havt krabbamein, at tosa um hetta.
Øll, ið ynskja at vera við, kunnu luttaka. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum, týsdagin 17. september. Byrjað verður klokkan 9.30.