Heimsins størsta ráðstevna um Arktis byrjar í Nuuk fríggjadagin, væntandi verða 400 fólk á ráðstevnuni. Tað er felagsskapurin ICASS, sum skipar fyri. Tað verða 11 ymisk mál á skránni, m.a. verður burðardygg veiða eitt, eitt annað verður: Hvørja ávirkan hevur veðurlagsbroytingin á Arktis.
Varðaforsetin í ICASS Birger Poppel sigur, at alt er klárt til stóru ráðstevnuna.
-Tað verða eingir trupulleikar at hýsa øllum gestunum í Nuuk. Øll fólkini, sum koma til ráðstevnuna, verða hýst á Hotel Hans Egede, Sjómannsheiminum Nordbo, umborð á ferðamannaskipum og nøkur búgva privat, sigur Birger Poppel við KNR.
Tað verða fleiri heimskendir granskarar, sum skulu halda fyrilestrar, men eisini verða grønlendingar millum fyrilestrahaldarnar m.a. Finn Lynge og Aqqaluk Lynge.
Stevnan verður sett fríggjadagin av landsstyrismanninum í mentan, gransking og útbúgving Tommy Marø, borgmeistarin í Nuuk, Nikolaj Henrich, fer at bjóða gestunum vælkomin.