Aksel Johannesen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum skal nú svara fyri, hvat hann vil gera fyri at steðga nýtsluni av sterkum rúsevnum í Føroyum. Bill Justinussen vil vita, um narkohundarnir altíð eru hjástaddir, tá ið flogfør og skip koma til Føroya.
Hann spyr eisini landsstýrismannin, um hann hevur umhugsað harðar framferðarhátt ? eitt nú finningarløn til tey, sum avdúka bakmenn, fyri at koma vanlagnunum til lívs.
-Seinnu árini er nýtslan av sterkari rúsevnum í Føroyum støðugt vaksin. Sagt
verður frá bygdum í landi okkara, har gerandisdagurin er forpestaður av
rúsevnamisnýtslu, og har bygdafólk rópa neyðarróp. Tá so er vorðið á bygd,
er neyvan betri í bý, sigur Bill Justinussen.
-Tá mildu tiltøkini ikki tykjast at steðga ringu gongdini, er neyðugt at herða
tiltøkini. Lokkandi tankin um skjótan vinning er ofta ein orsøk til, at ung
fólk óumhugsað játta at vera sendiboð fyri bakmenn. Og mangan eru tað tey,
sum sita við apuni heldur enn veruligu brotsmenninir. Tí kann hugsast, at
ein skipan við finningarløn (dusør) kann hjálpa løgregluni at finna veruligu
brotsmenninar, so komast kann tramanskapinum til lívs, sigur Bill Justinussen.