WHO, sum er alheims heilsustovnurin hjá ST, er nú komin til ta niðurstøðu, at smittuvandin við corona virus er ein altjóða neyðstøða.
Tað er niðurstøða eftir fundi í WHO í dag, og sostatt flokkar heilsustovnurin corona virus saman við ebola og svínakrím, sigur DR.
Higartil eru minst 8.000 fólk smittað í 16 lomdun og staðfest er, at 170 fólk eru longu deyð.
Og nú hevur WHO, formliga lýst corona virus at vera eina altjóða, fólkaheilsuliga kreppu. Samstundis hevur WHO givið smittuni fyribils heitið 2019 nCoV.
Hetta er sættu ferð síðani SARS gekk í 2002, at WHO tekur hetta stigið at kalla eina smittu fyri eina altjóða kreppu.
Áður er tað gjørt í sambandi við svínakrím í 2009, Ebola í Vesturafrika í 2014, Polio í 2014, Zika virus í 2015, Ebola í 2018, og so corona virus í ár, sigur DR.
Tá ið WHO lýsir eina smittu at verða eina altjóða neyðstøðu, merkir tað, at ávísar mannagongdir verða settar í verk um, hvussu heimsins lond skulu hjálpa hvørjum øðrum, at forða fyri, at smittan breiðir seg, og at samskipa arbeiðið.
Men samstundis skal dentur leggjast á, at óneyðugar forðingar ikki verða lagdar fyri samhandlinum og ferðingini ímillum lond.