Stór páskastevna fyri framman

Keldan í Skálafirði bjóðar til stóra páskastevnu undir heitinum Livandi vón.

Nú tað stundar til páskir, kunnar samkoman Keldan í Skálafirði um, at tey bjóða til stóra páskastevnu undir heitinum "Livandi vón".

 


Í ár verða tað serliga útlendskir talarar, sum koma at seta dám á stevnuna. Sviin Carl-Gustaf Severin kemur við sínum lætta lyndi og stóra hjarta fyri gleðiboðskapinum.

 


Sebastian Stakset, kendur sum “Sebbe Staxx”, hevur eina sjáldsama søgu. Hann bleiv sera kendur sum rappari og livdi eitt lív í uppreistri og harðskapi. Hann fekk nýggja vón, tá hann møtti Jesusi, og lív hansara broyttist fullkomiliga.

 

Eisini vitjar avstralski Joel Ramsey, ið er nógv umbiðin um allan heim, at bera gleðiboðini fram. Tað, sum eyðkennir hansara møtir, er, at har henda nógv undur og tekin, sigur Keldan í tíðindaskrivi.

 


Evnið á stevnuni er ”Livandi vón”.