Stór oljuráðstevna í Havn mikudagin

Hóast oljuleitingin við Føroyar ikki hevur sett dagsskránna í hvørki miðlum ella í samfelagnum sum heild nú í longri tíð, so verður nú aftur varpað ljós á henda táttin á eini oljuráðstevnu í Havn mikudagin 20. mai, har skráin er bæði umfatandi og áhugaverd. Enn er møguleiki at tekna seg til Ráðstevnuna á heimasíðuni hjá www.industry.fo

Tað, sum helst hevur størsta áhugan millum føroyingar í løtuni, tá vit tosa um oljuleiting, er komandi boringin á Anne Marie leiðini á landgrunninum. Hetta er sjeyndi brunnurin um okkara leiðir, sum eftir ætlan skuldi borast í summar. Nú er tó avgjørt at flyta boringina til tíðliga næsta ár, tí boripallurin er ikki klárur. Hóast hetta so verður kortini sett fokus á nettupp hesa risastóru verkætlan á komandi oljuráðstevnuni. Har fer ein av oddamonnunum fyri leiting um okkara leiðir, Gianpiero Miglio frá ENI at greiða frá boriverkætlanini.

Eisini oljuleiting og framleiðsla vestan fyri Hetland hevur okkara stóra áhuga, nú fleiri av oljufundunum har liggja tætt upp at føroyska markinum. Gongdin har kann fáa stóran týdning fyri framtíðar oljuvirksemi á okkara landgrunni. Til tess at lýsa hetta spennandi olju- og gassøkið fer DONG at senda ein av sínum fremstu serfrøðingum til oljuráðstevnuna. Hann eitur Simon Slater.

Í skránni verður so farið eitt stig víðari eystureftir, móti danska oljuhøvuðsstaðnum Esbjerg. Undir heitinum ?Esbjerg fyri og eftir oljuna? fer kendi esbergensarin Morten Hahn-Pedersen, sum er professari og hevur skrivað nógv um Esbjerg og oljuna, at greiða frá gongdini har. Hann fer eisini at tríva í kolvetnistilgongdina í Danmark sum heild.

Eftir henda fyrilesturin verður so farið aftur til Føroya og spurningurin um, hvørjar avleiðingar eitt føroyskt oljufund fer at hava á samfelagið og um vit longu nú eiga at taka upp kjak um hetta, verður settur Árna Olafsson, fyrrverandi formanni í Oljuráðleggingarnevndini og Petur Joensen, stjóra á Jarðfeingi. Eisini fara teir at meta um oljutilgongdina higartil og hvørjar vónirnar eru til framtíðina.

Seinast á skránni fer Martin Heinesen, verkætlanarleiðari at tosa um landgrunnsmarkið uttan fyri 200 fjórðingar.

Tað eru Oljuvinnufelagið/Vinnuhúsið, Oljutingið og Miðlahúsið, sum hava tikið stig til oljuráðstevnuna, sum verður á Hotel Hafnia.