Løgreglan heitir á fólk, ið koyra í Vágum og á Streymoynni um at vera ansin, tí nógv olja er á vegnum, sum tí er sera hálur.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað eyðsæð hevur likið úr onkrum bili, so olja er á vegunum á Streymoynni, gjøgnum undirsjóvartunnilin og vestur á flogvøllin.
Løgreglan hevur úr at gera at kannað málið og fáa sett upptakið í gongd.
Heitt verður tí á bilførarar um at ansa væl eftir, tá koyrt verður, tí vegurin er hálur.