Stór oljudálking í Klaksvík

Sløkkiliðið í Klaksvík mátti til arbeiðis í nátt, eftir at rættiliga fitt av olju var farin á sjógv við Norðhavnina í Ánunum í Klaksvík Løgreglan í Havn sigur, at tað var tá ið tveir russiskir trolarar bunkraðu olju frá einum russiskum farmaskipi, at rættiliga fitt av olju fór á sjógv.

Sløkkiliðið varð boðsent at taka oljuna upp og Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, sigur, at leyðsliga mett hava teir tikið einar 500 litrar av olju upp.

Men tað, sum verri var, er, at lotið lá at landi, so at mølin inn ímóti Kósabrúnni er eisini dálkað av olju í støðum. Talan er leyðsliga mett um ein kilometur av strond, sum er dálkað.

Nú verður samráð tikið upp við Umhvørvisstovuna fyri at vita, hvussu farast skal fram víðari, sigur Finn Hansen.

Sløkkiliðið fær ikki gjørt meir sum er, tí tann oljan, sum er, er farin inn í fjørðina, so tað er onki endamál at leggja sperringar út