Ein leiki á einari oljuleiðing í havnarbýnum Dalian í landnyrðingspartinum av Kina fyri næstan einari viku síðani hevur elvt til stórar trupulleikar fyri bæði fólk og djór. Lekin stóðst av einari spreinging, og síðani hava bjargingarlið roynt at byrgja oljuna inni. Men arbeiðið er vandafult, og minst ein sløkkiliðsmaður hevur latið lív.
Tað er ikki greitt, hví oljuleiðingin sprongdist, og tað er heldur ikki greitt, hvussu nógv olja er runnin út.
Myndugleikarnir siga, at eitt 430 ferkilometrar stórt øki er illa dálkað av olju, og ein embætismaður sigur, at oljan er ein álvarssom hóttan ímóti umhvørvinum.










