Umhvørvi
- Í løtuni royna vit at leggja byrgingar út, og fáa avmarkað dálkingina, men tað er sera torført, tí oljan er longu farin um alla vágna, vit hava olju á sjónum báðumegin Tinganes, segði Hans David Hansen innsatsleiðari á staðnum fyri Tórshavnar sløkkilið við Sosialin.
Sløkkiliðið fekk fráboðanina í morgum beint eftir klokkan átta í morgun, og tá var olja longu farin víða um. Sløkkiliðið er enn ikki farið undir at fáa oljuna upp, ella at staðfesta júst hvussu nógv olja talan er um. Tey hava heldur ikki ábendingar um, hvaðani oljulekin stavar. Tá blaðið fór til prentingar, hevði sløkkiliðið roynt at avbyrgja oljuna í útvið fýra tímar, men tey høvdu ikki fingið tamarhald á støðuni.
Hetta gongur ikki longur
Borgarstjórin í Havn Heðin Mortensen er staddur í Nuuk í løtuni, men yvir telefonina varð hann kunnaður um lekan í morgun, og frá honum eru boðini greið:
- Hetta gongur ikki longur, vit kunnu ikki liva við, at oljulekar eru á Havnarvág í tíð
Og ótíð. Eg havi biðið tekniska stjóran um at fylgja málinum, og at melda málið til løgregluna, tá vit hava staðfest ábyrgdina, sigur Heðin Mortensen úr Nuuk.
Borgarstjórin sigur, at hann saknar uppfylging av dálkingarmálum frá løgregluni. Kommunan hevur sambært honum ferð eftir ferð heitt á løgregluna í dálkingarmálum, men hetta er sambært Heðini Mortesen, sum at sláa í ein kodda.
- Eg havi givið greiðan ordra um, at hetta skal meldast, og fylgjast upp, óansæð hvør hevur ábyrgdina av dálkingini, tað verið seg vinnulívið her, um oljan kemur uttanífrá, ella um vit sjálvi eiga ábyrgdina, sigur Heðin Mortensen.










