Stór og spennandi avbjóðing

MiKUDAGURIN 17. mai fer helst í søguna sum ein týðandi dagur fyri føroyska vinnu og samfelagið alt. Henda dag gekk freistin út at bjóða uppá oljuleiting á føroyska landgrunninum. Fyribils úrslitið má sigast at vera áhugavert og helst eisini nøktandi. So er spurningurin, hvat stendur í teimum mongu umsóknunum. Tað fáa vit helst ikki at vita fyrr enn Oljumálastýrið hevur tikið avgerð um, hvussu teigarnir verða býttir út um einar tríggjar mánaðir.

SAMTÍÐIS sum henda fyrsta útbjóðing er farin av bakkastokki, flutti Oljufyrisitingin í nýggj høli. Hetta er eisini kærkomið, tí nettupp komandi tíðin fer at seta sera stór krøv til fólkini í Oljumálastýrinum og ráðgevar tess. Útgangsstøðið hevur alla tíðina verið at viðgera umsøkjararnar eins, uttan mun til um teir eru føroyingar ella útlendingar. Vit hava onga orsøk til at halda, at leiðslan í Oljumálastýrinum fer at broyta ?politikk? sín á hesum øki, tó at tvey føroysk oljufeløg eru við.


FYRI Føroyar ræður um at fáa tey feløgini, sum bjóða fram bestu arbeiðsskráirnar og annars hava skilabesta atlitið til føroyska samfelagið og umhvørvið, til at seta spónin í undirgrundina, soleiðis at tað, sum kemur burtur úr kann ganga Føroyum og føroyingum sum frægast. Tað hevur verið politikkurin hjá okkara myndugleikum, at føroysk virki og vinnulív eiga at verða tikin við í komandi oljuvirksemi, og hetta tykist eftir øllum at døma at verða ein boðskapur, sum er komin fram á rætta stað. So er spurningurin, hvat er mest realistiskt at kunna rokna við av føroyskari luttøku? Er tað t.d. rætt fyri einhvønn prís at draga føroyskt vinnulív uppí eitt og alt? Umframt at taka vinnulívið við, í hvussu stóran mun eiga vit eisini at fokusera uppá útbúgvingarverkið? Tað verður helst ein sera torfør uppgáva hjá Oljumálastýrinum at velja og vraka millum tær ymsu umsóknirnar, tá tær helst allar vilja ganga langt fyri at ganga ynskjunum um føroyska luttøku á møti. Síðani er tað spurningurin um at vera við til at kanna aðrar partar av landgrunninum enn bert sokallaðu ?gullteigarnar?, sum flestu av feløgunum helst hava biðið um. Hvat vilja feløgini vága í teimum ?minni áhugaverdu økjunum? fyri at fáa part av teimum meira lovandi økjunum? Tað hvílir ein stóra ábyrgd á Oljumálastýrinum í hesi tíðini, sum kemur. Við teimum góðu kreftum har eru og við teimum røttu ráðgevunum, eiga vit hava álit á,at fólkini í Oljumálastýrinum fara at megna uppgávu sína. Tað slóðbrótandi arbeiði tey longu hava gjørt, boðar frá góðum.