Ein liður í Menningarætlan fyri Vág er, at Vágur skal verða reinasta bygd innan fá ár. Fleiri verkætlanir eru í Vági í løtuni; skapandi spírar við fleiri spírum á ymsum økjum, og annað er ein umfatandi menningarætlan.
Stór og smá, fríðkið Vág
Ein bólkur hevur tikið við og tikið sær um reiggj og veruliga sett ferð á innan umhvørvisøkið. Leygardagurin 7. mai var róptur ruddingardagur í Vági og hesin byrjaði við kaffistund í Framtíðini, har eini 100 fólk møttu.
Lítil kapping var um eitt heitið til tiltakið og skaldið ?NePtuN? vann við rópinum: ?Stór og smá, fríðkið Vág!?
Avgjørt varð, at hvør ruddaði í sínum býlingi, og annars hjálpti, har hjalp nýttist.
Góðveðrið henda dag, avbrotið av stuttum ælum, gjørdi dagin til eitt reint uplivilsi hjá stórum og smáum í nýggja føroyska várinum.