Í vikuskiftinum verður Norrøna Felagið í Leirvík vertur fyri stórari vinabýarstevnu, har eini 100 fólk fara at luttaka. Hetta er ein stevna, ið vinabýirnir, sum Leirvík hevur í Norðurlondum, skiftast um at hava ? og í ár er tað so Leirvík, sum er vertur fyri stevnuni og mongu stevnugestunum.
Norðurlendski floytubólkurin, Nordanvind (mynd), sum er við á stevnuni, fer at hava tríggjar konsertir; í Leirvíkar kirkju fríggjakvøldið 24. juni klokkan 20, í kirkjuni í Mikladali leygardagin 25. juni kl. 14 og í Fuglafjarðar kirkju sunnukvøldið 26. juni kl. 21.