Eftir ósigurin ímóti portugisum var stór misnøgd millum hollendsku leikararnar við dómaraavrikið hjá Anders Frisk. Undan dystinum hevði portugisiski venjarin, Luiz Scolari, alment heitt á dómaran um at hava eyguni eftir hollendsku leikarunum, tí teir eftir hansara tykki ofta royna at filma seg til fríspark og brotsspark.
Heimadómari
Serliga var tað álopsstjørnan, Ruud van Nistelrooy, ið ilskaðist inn á svenska dómaran. Holland hevði í fjórðingsfinaluni sent landsmenninar hjá Anders Frisk úr Svøríki út úr kappingini, og tað ávirkaði eisini dømingina, hildu fleiri hollendingar eftir dystin. - Tað er ótrúligt at síggja, hvussu hann allan dystin dømdi til fyrimuns fyri Portugal. Hann var ein veruligur heimadómari, segði Ruud van Nistelrooy, sum millum annað fekk eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, og hann legði afturat: - Dómarin lat allan iva koma Portugal til góðar. Allar 50-50 støður fullu út til teirra fyrimun, og tað var líkamikið, hvat vit gjørdu, segði ein uppøstur Ruud van Nistelrooy eftir dystin.










