Stór minking í útflutninginum av fiski

Útflutningurin í virði av fiskavørum er minkaður eina góða milliard, vísir uppgerð hjá Hagstovuni

Hagstovan staðfestir, at stór minking er í útflutninginum í 2018 samanborið við 2017, nú tað bert manglar ein mánaði í uppgerðini av útflutninginum.

 

Útflutningurin í virði av fiskavørum er minkaður eina góða milliard, sum svarar til 13 prosent. Bæði í nøgd og virði er skrásetti útflutningurin minkaður í mun til somu mánaðir í fjør. Í nøgd er útflutningurin av fiskavørum minkaður 9%. Hetta vísir uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Tað eru serliga laksur og uppsjóvarfiskur, sum minni er útflutt av. Útflutningurin av sild og makreli er minkaður tilsamans 580 mió. krónur og útflutningurin av laksi næstan 600 mió. krónur.

 

Hinvegin er meira útflutt av toski og hýsu, eins og tað er meiri útflutt av svartkjafti. Bólkurin “aðrar vørur” vísir eisini ein vøkstur, men her eru skrásetingarnar ikki fullfíggjaðar enn, so tann vøksturin verður helst minni, tá alt 2018 verður uppgjørt um ein mánað.