Stór menning í bretskum hondbólti

Tá ið tað var greitt í 2006, at London skuldi verða vertur fyri OL í 2012, fór eitt miðvíst arbeiðið í gongd um at fáa hondbóltslandslið til menn og til kvinnur upp á beinini

Hondbóltur

 

Stóra Bretland hevur sum vertstjóð, beinleiðis atgongd til at luttaka í OL kappingini, mótvegis hinum londunum, ið skulu spæla seg til at luttka í kappingini.

 

30 milliónir krónur at arbeiða við

Hondbóltssambandið í Stóra Bretlandi fekk umleið 30 milliónir at arbeiða við, til at byggja hesi tvey landsliðini upp.

Málsetningurin hjá Bretska hondbóltssambandinum er tískil at byggja upp tvey landslið, sum skulu geva hinum luttakandi liðinum, sum luttaka í OL 2012, góða mótstøðu.

Bretska OL nevndin er heilt klár yvir, at hetta er eitt sera stórt stig at taka, og lýsti hesa uppgávu til at vera ein av teimum størstu ítróttarligu avbjóðingunum í samband við OL 2012.

 

Stór menning

Tá Challange Trophy kappingin var í 2006 luttók Stóra Bretland í kappingini, og leiktu móti Føroyum. Føroyar vann tann dystin 54-8. Men síðan tá er ein støðug menning farin fram á bretska landsliðinum.

Í vár leiktu Føroyar aftur móti Stóra Bretlandi, og tá vann Stóra Bretland við trimum málum.

Venjarin hjá bretska kvinnulandsliðinum, danin Jesper Holmris, sigur, at menningin gongur rætta vegin, millum annað tí at fleiri av leikarunum ganga á góðum donskum hondbóltskúlum og leika á sera høgum støði. Bert tríggir av leikarnum ið vóru við í dystinum í 2006, vóru við í vár, tá Føroyar taptu dystin.

 

Arbeiðsháttir

Stóra Bretland nýtir tríggjar háttir at finna leikarar. Tann fyrsti er, at royna at menna leikarnar, ið longu eru í Bretlandi, meðan ein annar háttur er, at leita eftir leikarum, ið íðka annan ítrótt, t.d. kurvabólt, ið kanska høvdu klára seg sum hondbóltsleikarar.

Hin hátturin er at leita eftir leikarum, ið longu eru virknir sum hondbóltsleikarar, men sum hava familjusamband (foreldur, ommar og abbar) við Stóra Bretland, og tískil kunnu leika fyri Stóra Bretland. Føroyingar kenna hetta frá fótbóltslandsliðinum.

Tað er ikki bert umboð fyri bretska hondbóltsambandið, ið leita upp fólk. Fólk kunnu sjálvi søkja um at fara til eitt slag av eini upptøkuroynd, og tann vegin finna útav um tey eru skikkaði til at leika hondbólt á rímiliga høgum støði. Higartil hava umleið 3000 verið til upptøku roynd, men bert 36 eru vorðin skikkaði.

Jesper Holmris segði flennandi, at sjálvt føroyingar, ið hava familjusamband til Stóra Bretland, hava møguleika at leika fyri bretsku oynna. Hann legði aftrat, at teimum tørvar eins góðar skjúttar, sum førroyingar hava.

 

Veksur spakuliga

Spurdur um hondbóltur er í vøkstri í Bretlandi, svarar Holmris, at henda kappingin er við til at fáa hondbóltin kendan.

Nakað av miðladekningi hevur verið til hesa kapping, og tað ger, at hondbóltur fer at vaksa, tó gongur tað ógvuliga spakuligt.