Stór mannfjøld fylgdi Ingálvi

Mikudagin varð Ingávlur av Reyni borin til gravar. Hann var jarðaður úr Ebenezer, sum alt lívið var andaliga heimið hjá lítið lætna manninum, sum tað seinastu dagarnar aftur og aftur hevur verið sagt um, at hann var størsti listarmálarin, sum føroyingar hava átt, og at hann eisini var størsti sangarin av sínum slagi, sum Føroyar hava fostrað.

Jarðarferð
Jan Müller


Listaverkini eftir merkismannin eru mong, og tað er at fegnast um, at mong teirra eru endurgivin í bókum, sum eru skrivaðar um listina hjá Ingálvi.
Sangupptøkurnar hevur tað verið torførari at fáa fatur á. Av og á er sangrøddin at hoyra í Útvarpinum, meðan tað í mong ár ikki hevur borið til at keypa plátur og bond, har Ingálvur er at hoyra.
Nú Ingálvur var farin, segði Alexander Samuelsen, sum hevur havt nógv við Ingálv av Reyni og familju hansara at gera, í Útvarpinum, at tað nú verður farið undir at fyrireika fløgu, har Ingálvur syngur. Tað verður vónað, at fløgan fer at verða givin út næsta ár.
Stóri salurin í Ebenezer, sum er 40 ára gamalt, verður í løtuni endurnýggjaður. Tí var jarðarferðin úr niðara salinum. Hann var stúgvandi fullur, og stólar vóru settir ymsa staðni í húsinum, og onkra staðni bar til at síggja tað á stórskíggja, sum gekk fyri seg í salinum.
Versonur Ingálv av Reyni, Ólavur Jøkladal, legði fyri. Bróðursonurin, Eivind av Reyni hevði gravtaluna í salinum, og á grøvini segði bróðursonurin, Jóan av Reyni, nøkur orð. Abbasonurin, Bjarni Jøkladal, sang í salinum sang, sum Ingálvur umsetti, og dupultkvartettin sang saman við Kára av Reyni.
Eftir jarðarferðina vóru øll boðin til borðhald í Pálsstovu. Í skarðanum, sum fylgdi Ingálvi av Reyni til gravar, vóru umboð fyri politiska myndugleikan, umboð fyri mentunarlívið, umframt familjuna, sjálvsagt, og so vóru nógv havnarfólk og føroyingar at síggja, sum vóru komin at vísa Ingálvi seinasta heiðurin, tí tey kendu hann sum vinmann. Tað gjørdu vit jú øll!