Tað eru meira enn 50 ár síðani, at VB kvinnur gjørdu vart við seg á toppinum á sama hátt sum í dag. Og tí var stór móttøka, tá VB kvinnurnar komu heim leygarkvøldið sum meistarar, greipuvinnarar.
Í høllini var samkoma við nýyrktum sangum, røðum og fagnaði, umframt flottari køku, sum var eftirger av Vágshøll og annars smurdum breyði og leskandi afturvið.
Umboð fyri kvinnuliðið, sum fyri meira enn 50 árum síðani vóru á ovastu rók í føroyskum hondbólti, komu á pall. Tær fingu heilsu og N.P. Nolsøe greiddi teirra vegna skemtiliga frá viðurskiftunum tá í tíðini.
Og steyp og heilsanir til VB kvinnurnar trutu ikki. Borgarstorin, Jógvan Krosslá, taldist millum røðararnar, og at hann er VB viðhaldsmaður er ikki løgið, tí á liðnum eigur hann bæði døtur og abbadøtur.
Eftir røður, sang og ábit, var stórur dansur við Hans Jacobi og Vinmonnum og rómurin vardi til ljósan morgun.