Stór móttøka fyri nýggju Norðborg

Nógv fólk var á bryggjuni í Klaksvík í dag og tók ímóti, tá nýbygningurin Norðborg, sum P/F Hvalnes eigur, fyri fyrstu ferð legði til bryggju í síni heimahavn - norðurhavnini Um 14-tíðina í dag stevndi nýbygningurin Norðborg, sum Christian Martin Rasmussen og synir hansara hava latið smíða í Chili, inn á Klaksvík. Í fylgi við skipinum vóru fleiri bátar, og tá tú í bili nærkaðist norðurpartinum av Klaksvíkini, sást skjótt, at áhugin fyri at taka ímóti nýggja og stásiliga skipinum var ógvuliga stórur.

Fólk í bili og fólk til gongu stevndu norðureftir móti norðurhavnini, sum klaksvíkingar rópa nýggju havnina í Ánunum.

Trongt var á vegnum og nógvu bilarnir, sum vóru á veg norðureftir, máttu næstan laga seg eftir hvørjum øðrum - og eftir fólki, sum vóru til gongu.

Hesa løtuna gekk øll ferðslan í Klaksvík norður gjøgnum býin og norður í Ánir.

Skipað varð fyri stórum hátíðarhaldi, bæði við hornatónleiki og sangi, sum sangbólkurin Suð syrgdi fyri.

Borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, helt røðu, og tá hon hevði borið fram sína heilsan vegna Klaksvíkar kommunu, segði reiðarin, Christian Martin Rasmussen, nøkur orð.

Við endan av síni røðu bjóðaði reiðarin øllum teimum mongu, sum komin vóru saman á bryggjuni, umborð at síggja nýggja skipið.

Borgarstjórin segði, at Norðborg í dag er størsta fiskifar í føroyska fiskiskipaflotanum - við sínum 83,4 metrum í longd og 18,4 metrum í breidd.

Gunvá við Keldu vísti á, at nýggja skipið er umrøtt í seinastu útgávu av Fishing News International, har víst verður á, at skipið ikki bara er prýðiligt, men eisini sera framkomið.

Seinni í dag ella í kvøld kemur stór myndarøð at liggja á Portalinum.