Stór mótaframsýning

21 handlar í miðbýnum í Havn skipa fyri stórum hugna- og mótakvøldi í Havnar Klubba í annað kvøld.

Í annað kvøld skipa handlarnir í miðbýnum í Havn fyri stórari mótaframsýning og hugnakvøldi í Havnar Klubba. Á sýningini verður tað nýggjasta innan móta sýnt. Framsýningin verður fjølbroytt, alt frá innast til uttast, klæðir til børn, ung og vaksin. Blómu- og gávuhandlar prýða pallin og hølið.

Handlarnir, ið taka lut í framsýningini, eru Fótbúni, Wrangler, Seytjan, Niels Arge, Mina Vilhelm, House of Lei, Trónd Hansen, Madam L., Unik, Kissa, Kallkyn, Vogue, Benetton, Siri, Thomas Dam Ítróttur, Akkuleya, Sóljan, Mótaskálin, Skálabúðin, Vilma og Hon og Hann.

Í steðginum fortelur Ria Tórgarð úr Grímu eitt skemtiligt ævintýr. Eisini er møguleiki at keypa lutaseðlar í steðginum. Hvør handil letur eitt gávukort, sum verður lutað burtur undir sjálvari sýningini.

Atgongumerki kosta 50,- krónur. Tey fáast í Kunningarstovuni, Vogue og Benetton. Við í prísinum eru kaffi og køka. Tiltakið byrjar kl. 20.00 mikukvøldið og dyrnar lata upp klokkan 19.30.