Thormann Kruse
?????????????
Hin 14. mai varð rikið av bønum. Tá hevði seyðurin ikki bitirætt í bøi og innangarðsjørð longur, smb. Hagalógini. Men ongin grund er at bera skjótt at. Nú gróðurin er komin rættuliga fyri seg, gerast lombini næstan 100g tyngri hvønn dag. Gingu tey á bønum alt summarið, vigaðu tey 10 kg meir í meðal!
Soleiðis sigur Bolli við meg, meðan hann hyggur út á bøin, har lombini spæla. Hugsa tær, at fáa lomb uppá 50 pund í miðal! Eg hyggi eitt sindur spyrjandi uppá hann, og mutli okkur sum: so verður onki hoyggja? Nei nei. Tað er ikki neyðugt. Vit keypa bara eitt sindur av hoyggji. Tað er ikki so dýrt, og so kraftfóður, tað skulu vit hava allíkaval!
Hvussu við eplunum, spyrji eg. Tað er ongin sum tímir at fáast við epli longur. Tað keypa vit eisini fyri næstan onki. Tað er ikki ómakin vert at fjasa við epli!
Eg gerist hugsunarsamur. Man meting Bolla vera alment galdandi? Man meinigi føroyingurin hava slept síni mentan? Og ber tað til bara at lata vera við at reka seyðin av bønum?
Túe Bolli, sigi eg. Kann man bara lata seyðin vera á bønum alt summarið? Hví ikki? Hagalógin sigur onki um at tað ikki ber til. Bert at um 2/3 av eigarunum ikki eru samdir um at gera tað soleiðis, so geri eg tað bara soleiðis, sum tað passar mær.
Men er onki eftirlit við at Hagalógin verður hildin? Nei nei. Bygdaráði hevur valgt eina hegnsýnisnevnd og har eri eg formaður. Tí kann eg gera sum mær listir.
Jamen. Eru ongar avleiðingar av hesum? spyrji eg. Nei! ongar. Um onkur dummur hundur ikki er samdur við mær, kann hann klaga til Landbúnaðarstevnuna. Tað ganga fleiri ár ímillum at henda kemur saman ? so leingi, at táið hon endiliga er sett, so veit man ikki hví, og so fer hvør til sín.
Eg skilji onki av hesum. Og allíkavæl skilji eg alt nógv betur nú. Soleiðis er tað nógv einfaldari: Onki við at lata portrini upp á midnátt hin 24. Oktober, Ongir garðar og hegn at halda við líka, Ongi epli at hugsa um og onki at hoyggja.
Bara stór lomb til heystar.










