Stór kvøldskúlaframsýning

Kvøldskúlaframsýningin í Porkeri er afturvendandi tiltak og er sýningin væl vitjað, tí nógv væl úr hondum greitt er at síggja

Sunnudagin var árliga kvøldskúlaframsýningin í Porkeri. Nógv er at síggja, tí 70 fólk hava í vetur tikið lut í tí, ið kvøldskúlin hevur at bjóða av ítrivum. Har er hondarbeiði, seyming, træsmíð, modelsmíð og tvey lið í postalínsmáling.
                      Og tað sást, at hugurin og hegni eru til staðar. Vakrir modelbátar, har eisini øll arbeiðsgongdin er at síggja, ymisk timburarbeiði, klæði og vakurt málað postalín.                      Lærarar eru Irena Remmer, postalínsmáling, Sonja Fredriksen, hondarbeiði, Anna A. Poulsen, seyming, træsmíð og modelsmíð, Mannbjørn Olsen og Bent Albinus.