Síðani tíðindini frættust sunnudagin, at Kim Larsen var deyður, hava ætlanir verið frammi um fleiri tiltøk og konsertir, honum til heiðurs.
Eitt av hesum tiltøkum er ein stór konsert á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn sunnudagin 7. oktober, sum Danmarks Radio skipar fyri. Ætlanin var fyrst at hava konsertina í einum av stóru hølunum hjá DR, men skjótt gjørdist greitt, at áhugin fyri tiltakinum var sera stórur.
Í DR verur sagt, at hóskandi er eisini at halda konsertina á Ráðhúsplássinum, tí tað er har danir vanliga heiðra hetjur sínar, og at Kim Larsen telist avgjørt millum hetjurnar.
Konsertin verður sunnudagin klokkan 19.30 danska tíð, og verður send beinleiðis í sjónvarpi á DR1, verður stroymd á DR TV, og útvarpslurtarar sleppa at hoyra konsertina á P4.
Donsk tónlistafólk fara á pall at spæla sangir hjá tjóðarskaldi dana, men ætlanin er eisini, at fólk skulu syngja við. Konsertin hevur fingið heitið "Som et strejf af en dråbe - Danmark synger farvel til Kim Larsen".
"Som et strejf af en dråbe" var eitt lag, sum Kim Larsen spældi saman við Gasolin, men sum bólkurin ongantíð gav út. Lagið varð skrivað til eina sjónvarpssending .