Stór nøvn eru á skránni, tá stuðulskonsert verður í saltsiloini á Drelnesi 15. maj. Á Facebook avdúka fólkini handan saltsilo ætlanina, at á konsertini luttaka Eivør, Teitur, Jens Marni, Terj, Martin J, Harkaliðið, Frændur, Havnarkórið og Havnar Hornorkestur. Okkurt spennandi útlendskt navn er eisini á veg, verður avdúkað.
Stuðuðlskonsertin er til frama fyri ætlanirnar at gera siloina til mentanarhús, og hava fyrireikararnir frá byrjan fegnast um stuðulin og undirtøkuna, sum føroyskir tónleikarar - og listafólk annars - hava víst ætlanini.
Jóansøkufestivalurin í fjør var skipaður sum stuðulskonsert til frama fyri saltsiloina, og varð stórur gávukekkur handaður fyrireikarunum fyri stuttum.
Í maj verður so aftur stuðulskonsert við stórum føroyskum nøvnum, umframt at eitt útlendskt navn enn er eftir at verða avdúkað.









