Stór konsert á Høllini á Hálsi

Kyndil skipar 1. Páskakvøld fyri stórari konsert á høllin á hálsi. Luttakandi bólkar eru Páll Finnur Páll, A-55 og Dj Pete Switch 1. Páskakvøld verður stór konsert í Høllini á Hálsi. Luttakandi bólkarnir eru Páll Finnur Páll, A-55 og Dj Pete Switch.

 

Høvuðsbólkur hetta kvøldið, Páll Finnur Páll, hava í mong ár verið í millum best umtóktu bólkar í Føroyum. Menninir í bólkinum hava nógv kend løg at vísa fram. Nevnast kunnu løg sum Forelskaður sjónleikari, Havsins ríkið og Drykkju kærleiksvísa .

 

A-55 luttekur eisini til tiltakið. Bólkurin, sum er mannaður við Ragnar Finsson sum sangara, Árna Jóhannesarson á guitar, Jóan Paula Magnussen á bassi og Joshua Debes á trummun, spælir meliodiøsan pop/rock.

 

Eftir ein minni støðg er dj Pete Switch aftur á palli, og verður hann eisini at hoyra á høllini á hálsi 1. Páskakvøld.