Stór konsert 1. mai

Tann 1. mai, arbeiðaradagin, verður skipað fyri stórari konsert í Grasagarði

Eftir vanliga tiltakið á Vaglinum í Havn arbeiðaradagin 1. mai, skipar starvsnevnd javnaðarfloksins fyri 1. maikonsert í Grasagarði.
Á skránni er fjølbroyttur tónleikur, har danski bólkurin Six City Stompers fer at undirhalda. Eisini fer Jens Marni Hansen á pall saman við bólki sínum, og Búi Dam og Dánjal á Neystabø far at hava undirhald til børnini. Umframt eru røðarar eisini á skránni, men høvuðsinnihalið í tiltakinum er tónleikur.
Six City Stompers er ein væl dámdur jazz/blues bólkur, ið spælir væl swingandi tónleik. Bassleikarin er hálvur føroyingur.
Jens Marni Hansen er væl kendur av flestu føroyingum og hann fer á pall við sangi og guitara og síni manning. Búi og Dánjal hava fleiri ferðir prógvað, at teir duga at rúnarbindað børnini, og teir fara í Grasagarði at skipa fyri, so børnini kunnu hugna sær.
Enn er endalig skrá ikki gjørd fyri tiltaki, men meira verður at frætta í næstu viku, siga fyrireikararnir.