Stór klæðir til "store damer" í Orkis

Anette Sonne sigur, at klæðini hjá Ka-Ki í Klaksvik ikki bara eru ætlaði kvinnum, sum viga meira enn vanligt, men eisini kvinnum, sum í aðrar mátar eru væl vaksnar.
<DPTAB>    - Her eru nógv vøkur og nútímans klæði á framsýningini, sigur hon

Framsýning

Hóskvøldið hevði handilin, Ka-Ki úr Klaksvík, framsýning av nútímans klæðum til "store damer" í kjallaranum í Orkis í Saltangará.
Tær báðar, sum hava handilin, Karin Olsen og Kirsten Tróndheim, vóru báðar við hetta kvøldið. Høvið var hjá fólki at passa og keypa hesi nýggju klæði, sum kunnu vera torfør at finna í vanligu klædnahandlunum.

Heldur fram

Framsýningin í Orkis heldur fram í vanligari tíð í dag og í morgin. Í dag er handilin opin frá kl. 9-19 og í morgin, leygardagin, frá kl. 9-14.
Anette Sonne, sum rekur Orkis, sigur, at saman við nútímans klæðunum í kjallaranum, sýnir blómuhandilin eisini fram sínar nýggjastu vørur, sum eru heimkomnar nú í heyst.
- Jólavørurnar eru eisini byrjaðar at koma, og hesar eru við á framsýningini, sigur hon.

Vøkur klæði

Anette Sonne vísir á, at klæðini hjá Ka-Ki ikki bara eru ætlaði kvinnum, sum viga meira enn vanligt, men eisini kvinnum, sum eru væl vaksnar í aðrar mátar.
- Her eru nógv vøkur klæði á framsýningini, leggur hon dent á.