Stór kirkjukonsert í kvøld

Í samband við, at Vágs Kommuna verður 100 ár, verður stór kirkjukonsert í Vágs Kirkju. Magni Christiansen, Heini Lutzen, Hjalmar Magnussen og Lisa Frederiksberg luttaka Í gjár vóru nógv tiltøk á skránni, eins og allar dagar hesa vikuna, nú Vágs Kommuna fyllir 100 ár og tiltøk eru í Vági alla hesa vikuna.

Í gjárkvøldið var stórfingin veitsludøgurði fyri innbodnum og í kvøld er størsta tiltakið óivað forvitnislig kirkjukonsert.

Magni Christiansen, Heini Lutzen og Lisa Frederiksberg, og tónleikarar, koma á vitjan, og úr nærumhvørvinum luttekur Hjalmar Magnussen, og við sær hevur hann Trónd Enni og Dagfinn Olsen.

Vitjandi gestirnir eru allir kendir í gospelhøpi, og eru kendir frá fløgum og konsertum og framførslum annars.

Hjalmar Magnussen er virkin í tónleikalívinum, einamest í Suðuroynni, og tey flestu kenna hann óivað sum mannin, ið syngur lagið Vovið av Guði á fløguni Vælskapt Brek.

Konsertin í Vágs Kirkju byrjar klokkan 19 í kvøld.