Virksemið á flogvøllinum í Vágum økist alsamt. Ferðafólkatalið er økt úr góðum 87 túsund ferðandi í 1993 til góð 129 túsund í 1999, og tað sær út til, at økingin bara heldur á.
Seinastu hagtølini frá Statens Luftfartsvæsen vísa nevniliga, at tað higartil í ár hava ferðast tíggju prosent fleiri ferðafólk um flogvøllin í Vágum, enn tað gjørdu fýra teir fyrstu mánaðirnar í fjør.
Torfinn Jacobsen, frá Statens Luftfartsvæsen, staðfestir gongdina og leggur afturat, at tað er vøkstur á øllum økjum.
- Ferðafólkatalið er økt munandi, men eisini talið av fráferðum/komum og farmi er økt, sigur hann.
Men hvør er orsøkin til hesa ógvusligu øking?
- Tíðirnar eru sjálvsagt munandi betri nú enn tær vóru fyri sjey árum síðani, men tað er ikki einasta orsøkin. Atlantsflog hevur nógv fleiri fráferðir og hevur eisini nógv fleiri ferðamál, og tað hevur, t. d. saman við eini møguligari oljuvinnu, sítt at siga, sigur Torfinn Jacobsen.
Eitt annað, sum sjálvandi spælir inn er, at flogfeløgini bæði lækkaðu prísirnar á ferðaseðlum í apríl mánaði. Her skal ein kortini hava tað í huga, at príslækkingin ikki kom í gildi fyrr enn allarseinast í apríl mánaði, og tí er avmarkað, hvussu stóra ávirkan hon hevur á ferðafólkatalið fyri apríl. Hinvegin kann so væntast, at príslækkingin fær stóra ávirkan á hagtølini fyri mai og juni mánað.
Best umtókta ferðamál føroyinga hevur altíð verið Danmark, men nú tykist, sum um Ísland eisini er við at manna seg upp í so máta, greiðir Torfinn frá. ? Á tí farleiðini er ein stór øking farin fram, sigur Torfinn.
Um hækkingin fer at halda torir Torfinn Jacobsen ikki at meta um. Hann sigur, at hann hevur trupult at gita sær, at ferðafólkatalið ár undan ári kann økjast við knappliga tíggju prosentum. - Men sum nú er, mugu vit staðfesta, at økingin er har, sigur hann.