B36 er oddalið, og í morgin skulu teir syrgja fyri ikki at kiksa á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum fyri tveimum árum síðani oyðilegði FM møguleikan hjá B36. Ta ferðina endaði B36 fýra stig aftanfyri meistararnar úr HB, og tað árið misti B36 seks stig ímóti EB/Streymi!
Í triðja umfarinum í ár vann B36 1-0 í Gundadali ímóti EB/Streymi. Mánakvøldið vóru teir í B36 tryggir í Fuglafirði, og hvat manning viðvíkur, eru teir uppaftur betri fyri hesa ferð. Mikkjal Thomassen og Ingi Højsted, sum fyri tað mesta hava verið sentralir miðvallarar, eru tøkir aftur eftir leikbann. Tað gevur venjaranum, Sigfríða Clementsen, positivan trupulleika. Niels Joensen varð innskiftur mánakvøldið, og tað vil siga, at B36 hevur í minsta lagi sjey og kanska fleiri kvalifiseraðar til miðvallarplássini.
Hjá EB/Streymi hava teir ikki so nógv fólk at taka av. Tí rakar tað serliga meint, at báðir teir sentralu miðvallararnir nógvu tær seinastu ferðirnar, Knút Vesturtún og Marni Djurhuus, ikki eru tøkir hesa ferð. Liðformaðurin, Knút Vesturtún, sum hevur verið sera drúgvur, er leikbannaður, og Marni Djurhuus, sum altíð arbeiðir nógv, fekk ein løst í fótin undir venjing týskvøldið.
René Tórgarð hevur vant nógv við EB/Streymi seinastu vikurnar, og fyrsta ferðin, at hann hevur loyvi at verja málið í landskappingardysti, verður ímóti barndómsfelagnum, B36.