Stór kapping um Champions League plássini

Premier League: Manchester United hevur tryggjað sær annað plássið

Seinastu tveir dystirnir í 31. umfari í Premier League vóru í gjár. West Bromwich vann heili 3-0 á Southampton, og hevur enn eina lítla vón um at yvirliva, meðan Everton spældi sær av við týðandi stigi Champions League stríðnum. Teir spældu málleysan javnleik móti Brighton.

Úrslitini um vikuskiftið gera, at tað er stór kapping um tvey av Champions League plássunum. Manchester City, sum tapti óvæntað fyri Leeds, ið enntá fekk ein spælara útvístan í fyrra hálvleiki, verður meistari. Manchester United vann 3-1 á Tottenham og hevur so gott sum tryggjað sær annað plássið.

Leicester tapti 3-2 á útivølli móti West Ham, sum púra óvæntað er við í stríðnum um atgongumerkini til Champions League komandi kappingarár. Bæði Chelsea og Liverpool vunnu sínar dystir og ætlar sær somuleiðis í Champions League til komandi kappingarár.

Nú hevur Leicester 56 stig á triðja plássi, og tað eru fýra stig og fýra pláss niður til Liverpool. Tí bendir alt á, at tað verður ein dystur millum Leicester, West Ham, Chelsea og Liverpool, um at enda í topp fýra.

Í botnstríðnum vann Newcastle týðandi sigur á útivølli móti Burnley. Tað er sum altíð kaos rundanum felagið, men við sigrinum eru nú fýra stig niður til Fulham, ið liggur undir niðurflytingarstrikuni.

1Man City32235467:2374
2Man United31189461:3463
3Leicester31175955:3756
4West Ham31167851:3955
5Chelsea31159750:3154
6Liverpool31157953:3752
7Tottenham311471052:3549
8Everton301461041:3848
9Arsenal311361243:3545
10Leeds United311431449:4945
11Aston Villa301351243:3344
12Wolves311081331:4138
13Crystal Palace311081333:5238
14Southampton311061539:5636
15Brighton317121233:3833
16Burnley31891425:4233
17Newcastle31881532:5132
18Fulham325111624:4226
19WBA31591728:5924
20Sheffield Utd31422517:5514